Starvsfólkini til Talgildu Føroyar funnin

23. januar 2017

Á myndini omanfyri síggjast øll starvsfólkini í Talgildu Føroyum. Frá vinstru Janus Læarson, Rolf Herup Olsen, Jósup Henriksen, Lilly Dam Hanssen, Jóanis Erik Køtlum og Nicolai Balle.

Í november mánaði 2016 varð farið undir tilgongd at seta 5 starvsfólk til Talgildu Føroyar. Talan var um 3 verkætlanarleiðarar, ein løgfrøðiligan ráðgeva og ein KT-arkitekt. Inn komu slakar 50 umsóknir, harav tær flestu frá væl skikkaðum umsøkjarum.  Eftir samrøður og viðgerð av umsóknum, tók ein samd og nøgd setanarnevnd støða til hvør skuldi setast í starv. Talan var um hesi fimm fólk.

Janus Læarson er settur sum KT-arkitektur fyri Talgildu Føroyar verkætlanina. Sum KT-arkitekt kemur Janus at hava ein týðandi leiklut í teimum tøkniligu valum, sum verða tikin í teimum einstøku verkætlanunum. Janus er útbúgvin KT-verkfrøðingur og hevur seinastu 10 árini arbeitt sum KT-ráðgevi í Danmark, serliga sum KT-arkitekt og verkætlanarleiðari í fleiri  stórum almennum verkætlanum, m.a. fyri SKAT. Janus byrjar í starvinum 1. Februar.

Rolf Herup Olsen er settur sum verkætlanarleiðari fyri Talgilda Samleikan. Rolf er útbúgvin Cand.merc.dat og hevur drúgvar royndir innan føroysku KT-vinnuna, sum stjóri, nevndarlimur og KT-ráðgevi. Sum stjóri fyri KT-fyritøku hevur Rolf staðið á odda fyri umfatandi KT-virksemi innan bæði rakstur og menning, m.a. av stórum almennum KT-verkætlanum. Rolf hevur seinastu 5 árini arbeitt sum KT-ráðgevi, har hann hevur havt verkætlanarleiðslu av umfatandi KT-umlegging hjá stórari føroyskari fyritøku. Rolf byrjar í starvinum 1. mars.

Jósup Henriksen er settur sum løgfrøðiligur ráðgevi. Sum løgfrøðiligur ráðgevi kemur Jósup at standa fyri tí lógararbeiði, sum er ein fyritreyt fyri at seta í verk átøkini í Talgildu Føroyum. Jósup er útbúgvin Cand.merc.jur og hevur seinastu tvey árini arbeitt við løgfrøði og búskaparfrøði hjá Digitaliseringsstyrelsen í Danmark, har hann fyri tað mesta hevur arbeitt við nýggjum útboði av NemID. Jósup byrjar í starvinum 1. mars.

Lilly Dam Hanssen er sett sum verkætlanarleiðari fyri tænastur og portalar. Lilly hevur drúgvar royndir innan KT-heimin bæði uttanlands og í Føroyum. Lilly hevur í fleiri ár arbeitt í USA, har hon m.a. arbeiddi hjá stórari telefyritøku við ábyrgd av innanhýsis menning av KT-skipanum. Seinastu 4 árini hevur Lilly arbeitt hjá KT-Landsins, sum verkætlanarleiðari av fleiri stórum og týðandi verkætlanum. Lilly byrjar í starvinum 23. Januar.

Jóanis Erik Køtlum er settur sum verkætlanarleiðari fyri Grundardátur. Jóanis Erik hevur drúgvar royndir innan almenna fyrisiting, serliga innan heilsuverkið, sum búskaparfrøðingar, verkætlanarleiðari, sjúkrahússtjóri og aðalstjóri í Heilsumálum.  Seinastu 3,5 árini hevur Jóanis Erik verið stjóri fyri heilsuverkið í Grønlandi, har hann m.a. hevur verið formaður fyri stýrisbólkin ið verksetur talgilda heilsuskipan í grønlendska heilsuverkinum. Áðrenn hetta hevði Jóanis Erik ein týðandi leiklut í verkseting av talgildu heilsuskipanini í føroyska heilsuverkinum, og hevur eisini fingist nógv við viðgerð og menning av dátum og hagtølum í føroyska heilsuverkinum. Jóanis Erik byrjaði í starvinum 9. januar.

Ynskt verður starvsfólkunum vælkomnum og blíðan byr í hesi fyri Føroyar so týðandi verkætlan.

Share