Sáttmálið undirskrivaður við Dansk Scanning A/S um skjalasøvnini í Tinglýsingini og Matriklinum

09. apríl 2018

Mikudagin 28. mars 2018, undirskrivaðu Gjaldstovan og Umhvørvisstovan sáttmála við Dansk Scanning A/S um at talgilda skjalasøvnini í Tinglýsingini og Matriklinum.

Uppgávan er ein týðandi partur av heildarætlanini hjá Talgildu Føroyum innan grundardátur, har málið er at tryggja borgarum, fyritøkum og almenna geiranum talgilda atgongd til ókeypis og álítandi grundardátur.

Ein arbeiðsbólkur arbeiddi í 2017 við kanningararbeiði í sambandi við uppgávuna. Dentur varð lagdur á at fáa størri vitan og førleikar sum útbjóðari av uppgávuni. Harumframt fekst innlit í teir møguleikar og vandamál, ið kunnu standast av einari slíkari uppgávu.

5.mars 2018 varð útboð um ljóslesing av skjalasøvnunum lagt á Keypsportalin. Fyrsta stig í hesari útbjóðing var undangóðkening av veitarum. 20. mars var kunningarfundur á Umhvørvisstovuni, har greitt var frá uppgávuni, skjalasøvnini vórðu víst fram og høvi var at seta spurningar. Umboð fyri eina føroyska fyritøku møtti upp til kunnigarfundin. Tá ið freistin var úti 23. Mars 2018, var bert ein fyritøka, sum hevði boðað frá áhugað at gerast undangóðkend. Talan var um Dansk Scanning A/S og avgjørt var tí at fara beinleiðis í samráðingar við donsku fyritøkuna.

Dansk Scanning A/S hevur vunnið sær góðar royndir við at talgilda størri og smærri skjalasøvn, síðani fyritøkan varð stovnað í 1997. Í 2008 vann Dansk Scanning A/S útboðið av størstu talgildisuppgávu nakrantíð í norðurlondum, nevniliga at talgilda donsku Tinglýsingina, ið var samansett av á 60 milliónum gomlum og torgreiddum skjølum. Dansk Scanning A/S hevur eisini talgilda størsta partin av danska matrikulskjalasavninum og hevur vunnið fleiri útboð innan kommunal byggissakskjalasøvn í bæði Danmark og Noreg. Mett varð tí, at Dansk Scanning A/S hevði røttu førleikarnar og royndirnar at talgilda føroysku skjalasøvnini hjá Tinglýsingini og Matrikulinum.

Kostnaðurin fyri arbeiðið er fýra milliónir krónur. Íroknað í prísinum er ljóslesan av øll skjalasøvnunum, eftirviðgerð av skjølunum og OCR viðgerð. OCR viðgerð merkir, at allur teksturin skal kunna maskinlesast. Tá hetta arbeiðið er gjørt verða ljóslisnu skjølini løgd inn í eina leitiskipan hjá Dansk Scanning. Henda leitiskipan verður alment atkomulig, og fer hetta at lætta munandi um arbeiðið hjá Umhvørvisstovuni, sum ikki longur nýtist at leita skjøl fram til viðskiftafólk. Viðskiftafólk fáa eisini eina betri tænastuni, tá ið tey sjálvi, til einhvørja tíð og stað, kunnu leita tinglýsingar- og matrikulskjøl fram. Meðan arbeiðið verður gjørt hjá Dansk Scanning A/S hava Tinglýsingin og Matrikulin framhaldandi atgongd til øll skjølini í skjalasøvnunum og kunnu óbroytt veita sínar tænastur.

Bæði Tinglýsingin og Matrikulin eru partur av Umhvørvisstovuni og liggja øll skjalasøvnini har. Høvðusuppgávan hjá Tinglýsingini er at tryggja almenna og løgfrøðiliga bindandi skráseting av ognarviðurskiftum. Tinglýsingin er samansett av umleið 46.000 tinglýsingaraktum, 174 av hondskrivaðu gomlu tingbókunum umframt Persóns og Akfarsbókina.

Matrikulin veitir rættartrygd í mun til stødd og legu móti krøvum frá øðrum og er samansett av alt frá smáum pappírslepum til A5 og A1 stødd. Samlaða vavið av tilfari fyri bæði tinglýsingar- og matriklulskjalasavnið er á leið 400 hillametrar. Talan er tí, okkum vitandi, um størstu talgildan av føroyskum skjalasøvnum nakrantíð.

Farið verður undir arbeiðið beinanvegin. Fyrsta stig verður Tinglýsingin, ið væntandi verður liðugt um árslok 2018. Síðani verður farið í holt við Matrikulin, ið skal verða liðugt í juni 2019.

Gjaldstovan og Umhvørvisstovan gleðast um talgildisuppgávuna. Hetta er fyrsta stig í at talgilda Tinglýsingina og Matrikulin og gera skjalasøvnini virknari fyri stovnin og føroyska samfelagið sum heild.

Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri á Talgildu Føroyum, og Henning Kirkegaard, stjóri í Dansk Scanning A/S

 Dansk Scanning A/S heinta skjalasøvnini á Umhvørvisstovuni á Argjum