Nýggj starvsfólk sett

19. januar 2018

Beint fyri jól avgjørdu vit, at lýsa eftir fleiri starvsfólkum til Talgildu Føroyar. Tað  var neyðugt at styrkja verkætlanina við fleiri førleikum og tørvur var eisini á at finna avloysari til verkætlanarleiðaran fyri Grundardátur, Jóanis Erik Køtlum, sum var farin í starv sum sjúkrahússtjóri. Avgjørt var tí, at søkja eftir fýra fólkum, einum verkætlanarleiðara, og trimum verkætlanarstarvsfólkum við førleikum innan samskifti, brúkaraupplivilsi (ux), greining og menning. Freistin at søkja var á midnátt 28. desember, sama dag sum Talgildu Føroyar saman við Gjaldstovuni luttók á Jobmatch. Hetta hevði við sær, at áhugin fyri at vitja okkara bás á Jobmatch var ovurstórur.

Inn komu yvir 50 umsóknir til øll fýra størvini, og hesar fyrstu vikurnar í 2018 eru brúktar, at viðgera og hava samrøður við tey sum vórðu mett sum best skikkaðu umsøkjarar. Henda tilgongd er nú liðug, og hava vit nú funnið fólkini ið skulu manna tey fýra størvini.

Í starv sum verkætlanarleiðari er settur Heini Hátún. Heini hevur kandidatútbúgving innan búskaparfrøði og KT og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari, m.a. stóð hann á odda fyri landsumfatandi verkætlanini Manntali.

Í starv sum samskiftisfólk er sett Durita Hansen. Durita er útbúgvin kandidatur í virkissamskifti og hevur arbeitt bæði sum marknaðar- og samskiftisfólk í fleiri ymiskum fyritøkum og stovnum, m.a. hevur hon í eitt tíðarskeið virkað sum marknaðarleiðari fyri Vodafone í Føroyum.

Triðja starvsfólkið vit hava sett er Jens Petur Andreasen, sum er útbúgvin kandidatur í talgildari innovatión og hevur seinastu tríggjar mánaðirnar arbeitt í Talgildu Føroyum við ymiskum greiningar uppgávum. Jens Petur kemur at taka sær av greiningar- og menningar-uppgávunum.

Fjórða starvsfólkið ið er sett, er Rógvi Sivertsen. Rógvi hevur fingist við UX í fleiri ár í størvum uttanlands, og hevur eisini útbúgvingar innan økið, m.a. sum kandidatur innan sniðgeving.

Starvsfólkini byrja í starvinum næstu tíðina, og 1. mars eru øll fýra farin til verka. Vit bjóða nýggju starvsfólkunum vælkomnum og gleða okkum, at fáa gagn av teirra førleikum og royndum.