Menningin av Talgilda Samleikanum sett í gongd

21. november 2017

Farið verður nú í gongd við at menna Talgilda Samleikan

Í sáttmálanum við samtakið Klintra/Føroya Tele varð avtalað, at tað fyrsta sum skuldi gerast, var ein sokallað ‘løsningsverifikatión’, har tilboðið hjá Klintra/Føroya Tele var kannað í smálutir. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og í dag hava partarnir hitst at markera, at farið nú verður undir sjálva menningina av loysnini. Hetta arbeiðið fer at taka eitt gott ár, og væntandi verður klárt at flýggja talgildar samleikar út til føroyingar, fyrsta ársfjórðing 2019.