Landsstýrisskvinnan heldur røða á e-gov ráðstevnu í Tallinn‚ Estlandi

01. juni 2016

Í døgunum 31. mai og 1. juni luttóku umboð fyri Talgildu Føroyar á ráðstevnu um talgilding í Estlandi #egov2016. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, var við til at seta ráðstevnuna, saman við forsetanum í Estlandi Toomas Hendrik Ilvas. Landsstýriskvinnan nevndi í røðuni hvørjar ætlanirnar eru í Talgildu Føroyum, og hvønn týdning talgildingin hevur í menningini av Føroyum næstu árini.

Share