KVF samrøða við Morten Meyerhoff

25. juni 2015

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/06/25/dalet-export-985873

Við einum talgildum samleika, verður møguligt at avgreiða tínar almennu tænastur, umframt aðrar tænastur, sigur Nicolai Balle, leiðari á KT-landsins

Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava í felag tikið stig til verkætlan at talgilda alar almennar tænastur, og ein verkætlanarbólkur er settur at gera eina 5-ára ætlan. Átakið hevur heitið: Talgildu Føroyar.

Høvuðsmál í ætlanini eru, at borgarar og virki kunnu samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna - eitt nú um borgara- og virkisportalar, at tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni eru tøkar á netinum, og at veitingar og mannagongdir í tí almenna eru talgildar

Ávegis verkætlaninn verður framløgd í Norðurlandahúsinum í dag. Nicolai Balle, leiðari í KT Landsins og Morten Meyerhoff, talgildiserfrøðingur, vitja í útvarpsstovuni og fyrst varð spurt, hvønn kunnleika Morten Meyerhoff hevur.

Share