Kunningarfundur fyri samstarvsfeløgum

10. apríl 2018

Umboð fyri flestu av samstarvsfeløgunum møtti upp á Gjaldstovuni, tá ið Talgildu Føroyar skipaðu fyri kunningarfundi 5. Apríl 2018.

Samstarvsfelagarnir eru ein týðandi partur av Talgildu Føroyum, og eru teir við at fíggja sjálva verkætlanina. Ein partur av samstarvsavtaluni er, at teir fáa regluliga kunning um virksemið í Talgildu Føroyum.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, byrjaði fundin við at bjóða vælkomin. Síðan høvdu starvsfólk hjá Talgildu Føroyum framløgur um ymsu tættirnar í verkætlanini. Á kunningarfundinum varð serligur dentur lagdur á tey framstig, ið hava beinleiðis ávirkan á samstarvsfelagarnar. Greitt var m.a. frá, hvussu knýtast kann í FOLK og hvat krevst fyri at gera eitt sokallað datavask millum verandi skráir hjá virkjum og skránna í FOLK. Harumframt var eisini yvirskipað greitt frá tøkniligu krøvunum til upptøku í talgilda samleikanum og tænastuportalinum.

Av tí at verkætlanin fevnir bæði um stovnar og fyritøkur, er tað umráðandi at so nógvir partar sum gjørligt fáa ávirkan á verkætlanina. Samstarvsfelagarnir hava eitt umboð í stýrisbólkinum hjá Talgildu Føroyum, og hava á tann hátt beinleiðis ávirkan á arbeiðið í verkætlanini. Kunningartiltøkini eru tó framvegis ein áhugaverdur táttur, har samstarvsfelagarnir hava møguleika at geva sína hugsan til kennar og seta spurningar, samstundis sum teir fáa innlit í arbeiðið í verkætlanini og kunnu gera fyrireikandi arbeiði til komandi loysnirnar hjá Talgildu Føroyum.

Framløgan frá kunningarfundinum kann síggjast her.

Share