Jobmatch 2017 væl eydnað

05. januar 2018

Talgildu Føroyar var enn einaferð at finna millum tær mongu fyritøkurnar, ið luttóku á Jobmatch. Vit hava áður havt sera góðar royndir við Jobmatch, og varð tí avgjørt at luttaka enn einaferð á Jobmatch 2017.

Virksemið hjá okkum var støðugt vaksandi í 2017, eins og tær ymisku verkætlanirnar vinda alsamt meira upp á seg. Sostatt vóru vit í tí sjáldsomu støðu, at vit høvdu tørv á heili fýra nýggjum starvsfólkum tá Jobmatch 2017 bleiv hildið.

Undirtøkan var sera góð, og vit fingu nógv áhugaverd prát við fólk, ið góvu sær stundir at koma framvið básinum hjá Talgildu Føroyum. Tað var sera áhugavert at møta so nógvum spennandi fólkum, ið sýndi stóran áhuga fyri størvunum og Talgildu Føroyum sum heild. Harafturat var sera stórur áhugi fyri at loysa ymiskar ad-hoc uppgávur fyri Talgildu Føroyar, og var hetta eisini gleðiligt. Vit vilja tí minna á, at ein hevur møguleika at bjóða seg fram til at loysa ad-hoc uppgávur á heimasíðuni her.

Vit meta Jobmatch verða eitt sera gott og gevandi tiltak, ið gevur okkum møguleika at hitta eina breiða fjøld av fólkum hvørs førleiki kann verða við til at styrkja Talgildu Føroyar. Harafturat er Jobmatch eitt gott høvi til at hitta útisetar, ið møguliga kunnu verða við til at styrkja framtíð okkara.

Share