Íblástur úr Estlandi

18. september 2017

Í døgunum 12. til 14. September høvdu vit vitjan úr Estlendska løgmálaráðnum, sum millum annað umsitur virkisskránna, tinglýsingarskránna og matrikulskránna. Vitjanin varð býtt í fýra fundir við framløgum og endamálið við vitjanini var at geva føroyskum stovnum, virkjum, myndugleikum og Talgildu Føroyum íblástur til okkara kravfesting av hesum skipanum í føroyskum høpi. Somuleiðis lat vitjanin upp fyri høvinum at kanna møguleikar fyri samstarvi. 

Fýra fundir myndaðu Estlendsku vitjanina og teir vóru hildnir á Gjaldstovuni saman við ávíkavíst stýrisbólkinum fyri Grundardátur, Talgildu Føroyum, ábyrgdarpersónum hjá almennu myndugleikunum, og føroysku KT-vinnuni. Framløgurnar varpaðu ljós á eitt nú virkiskránna, tinglýsingina og matrikulskipanina í Estlandi. Harafturat varð víst á hvussu Estlendska virkisskráin gagnnýtir X-Road, sum svarar til føroysku Heldina. 

Eftir framløgurnar høvdu áhoyrarar møguleika at seta spurningar og fáa Estlendsku loysnirnar skilgreinaðar.