Heldin - Pilot verkætlan

03. november 2015

Í dag varð fyrsta fetið tikið‚ at seta í verk átøkini í heildarætlanini fyri talgilding av Føroyum. 30 fólk frá nærum øllum KT-veitarum í landinum‚ vóru møtt upp til verkstovur‚ sum er liður í pilot verkætlan‚ at seta í verk Heldina - loysn at standardisera samskifti millum KT-skipanir. Samstarvsfelagar úr Estlandi halda verkstovurnar‚ sum halda áfram til og við hósdagin. Vit fegnast um úrslitið higartil.

Share