Heldin nú eisini tøk at brúka hjá vinnuni

04. mai 2017

Heldin hevur nú verið virkin í meir enn eitt hálvt ár, og hava nú fleiri almennir stovnar knýtt vevtænastur í Heldina. Higartil hava vinnuligar fyritøkur ikki havt møguleika til hetta, men hetta er nú broytt.

 Alt samskifti av dátum millum og við almennar skiparnir skal, sambært rundskrivi um Heldina, fara fram um Heldina. Hetta umfatar eisini samskifti av dátum millum vinnufyritøkur og tað almenna.  Fyri at økja um gagnnýtsluna av Heldina, fær privata vinnan nú eisini høvi at brúka hesa loysn vinnu-til-vinnu.  

 Fyri vinnuna eru fleiri fyrimunir at brúka Heldina, m.a. fæst atgongd til ein samskiftis-pall, sum frammanundan er tøkur, og haraftrat er talan um eina loysn við høgari trygd. Fyri at gerast luttakari í Heldini skal umsókn sendast Heldardeplinum, og her fylgja leistinum, sum tit finna á http://www.talgildu.fo/heldin/heldin/.

 Áhugaði kunnu venda sær til Lilly Dam Hanssen á lilly@talgildu.fo ella á 284175