Heldin 1 ár

01. november 2017

25 oktober 2017 var eitt ár liðið síðani, at Heldin formliga varð tikin í nýtslu. Yvirskipað er Heldin ein tryggur samskiftispallur og eitt tøkniligt undirstøðukervi, ið ger tað møguligt at hava trygt, skipað og bronglað dátusamskifti millum KT-skipanir. Heldin er ikki avmarkað til samskifti við og millum almennar skipanir, men er ein pallur, sum eins væl er tøkur fyri dátusamskifti millum skipanir í privatu vinnuni.

Verksetingin eydnaðist væl og í dag hava bæði privatar og almennar tænastur tikið skipanina til sín og nýta gott av høgu góðskuni, ið samskiftið ber í sær. Í løtuni eru 17 luttakarar, 24 trygdarambætara og 19 vevtænastur knýttar í Heldina. Dømi um samskifti millum skipanir eru millum annað, at stovnar og kommunur nú fáa dagført upplýsingar frá fólkyvirlitinum beinleiðis í sínar skráir, at rokningar frá Landssjúkrahúsinum nú koyra beinleiðis í Búskaparskipan landsins (BSL).

Herðaklapp og íblástur

Tað hevur eisini vakt ans uttanlands, hvussu skjótt og væl tað gekk at seta Heldina í verk. Á ráðstevnu í Estlandi í 2016, har 54 lond luttóku, fekk Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, handað heiðursprógv. Hetta herðaklappið bar boð um, at vit í Føroyum hava neyðugu fyritreytirnar og førleikarnar at flyta okkum skjótt á talgildingarleið, samstundis sum at hetta hevur vakt áhuga og borið tíðindini um føroysku Heldina víða út um landoddarnar. Hetta fegnast vit um, tí ynski hjá okkum í Talgildu Føroyum er, at loysnin og verksetanin av Heldini skal vera við til at hjálpa og geva øðrum londum íblástur - og nógv bendir á at hetta fer at eydnast. Millum annað kann nevnast, at bæði Grønland, Ísland og kyrrahavsoyggin Vanuatu í samband við teirra talgildu loysnir, hava ætlanir um at seta eina líknandi skipan í verk við íblástri frá Heldini.  

Yvir 120 fólk luttikið á verkstovum

Síðani pilot-verkætlanin av Heldini fór av bakkastokki í november 2015 hava Talgildu Føroyar skipað fyri sjey verkstovum um Heldina. Endamálið við verkstovunum hevur verið at kunna og undirvísa luttakarum, greiða frá mannagongdum og nýtslu av Heldini. Luttakarafjøldin hevur verið fjølbroytt og yvir 120 ymisk fólk hava luttikið á verkstovunum. Fjøldin hevur millum annað verið umboðað av mennarum, sum virka í privata og almenna geiranum, umframt leiðslur og onnur umboð fyri almenna og privata geiran.

Verkstovurnar hava verið skipaðar við framløgum og opnum samskifti millum undirvísarar og luttakarar. Ætlanin er framhaldandi at skipa fyri hálvárligum verkstovum um Heldina og komandi verkstova verður hildin 10. apríl 2018.