Hava leypandi uppgávur tín áhuga?

29. august 2017

At talgilda Føroyar er ein umfatandi verkætlan, ið brýtur upp úr nýggjum og leggur lunnar undir at nútímansgera vælferðina. Verkætlanin krevur tí nógvar ymiskar førleikar leypandi gjøgnum verkætlanratíðarskeiðið 2017-2020. Vit í Talgildu Føroyum eru áhugaði í at gagnnýta allar teir førleikar, ið krevjast í verkætlanina, og tískil hava vit gjørt tvey umsóknarbløð, sum geva ávíkavíst einstaklingum og fyritøkum møguleika at bjóða seg fram at loysa uppgávur fyri okkum.

Les meira og skráset teg her.