GDPR - fyriskipanin, ið skal verja talgildar persónsdátur

25. mai 2018

Hevur tú varnast seinastu dagarnar, at tú hevur fingið nógvar teldupostar um tínar persónsdátur frá t.d. nethandlum? Orsøkin er, at í dag, 25. mai 2018, kemur GDPR fyriskipanin hjá ES í gildi.

GDPR, General Data Protection Regulation, er ES fyriskipan um dátuviðgerð. Hetta er umfatandi dagføring av fyriskipanini frá 1995. Orsøkin til dagføringina er økta uppmerksemið við persónsdátum og at nógv er hent innan KT síðan 1995, tá ið internetið enn var eitt nýtt fyribrigdi.

Fyriskipanin fær beinleiðis týdning fyri brúkarar, nú fyritøkur og feløg skulu  hava fastari mannagongdir um viðgerð og goymslu av persónsdátum.

Brúkarar fara at fáa størri tamarhald á egnum dátum, m.a. við at kunna krevja, at fyritøkur vísa ella sletta persónligar dátur. Harumframt skulu brúkarar kunna fáa innlit í, hvat dáturnar verða brúktar til. At enda hevur GDPR við sær, at brúkaratreytir ikki verða so torførar at skilja, at tú sum brúkari ikki veit, hvat ið tú góðkennir.

Fyri fyritøkur merkir GDPR, at persónsdátur ikki mugu sendast víðari uttan samtykki. Hetta skal eisini kunna skjalfestast av fyritøkuni.

GDPR er sum nevnt ein ES fyriskipan og er ikki galdandi í Føroyum. GDPR fær tó beinleiðis ávirkan á teir føroyingar, ið brúka eitt nú nethandlar í ES og tær fyritøkur, ið selja talgildar tænastur til ES borgarar. Væntað verður, at GDPR verður ein altjóða standardur um stutta tíð. Eisini í Føroyum verður arbeitt við at dagføra føroysku persónsupplýsingarlógina.

Í Talgildu Føroyum hevur GDPR stóran týdning fyri arbeiðið í menningini. Hetta er ein fyriskipan, ið vit hava valt at fylgja, soleiðis at okkara loysnir fylgja altjóða krøvum og kunnu nýtast uttanlands í ES. Dátutrygd er  ein týðandi partur av øllum arbeiðinum hjá Talgildu Føroyum. Í stuttum kann sigast, at GDPR verður við til at verja talgilda privatlívið.

Share