Fyrsti stóri varðin í Talgildu Føroyum rokkin

01. november 2016
Á almennum tiltaki hjá Gjaldstovuni, sum varð hildið i Læraraskúlahøllini týsdagin í seinastu viku, varð Heldin alment tikin í nýtslu. Hóast tað er minni enn eitt ár, at farið var í gongd við seta í verk átøkini í heildarætlanini fyri Talgildu Føroyar, kann fyrsti stóri varðan á leiðini at talgilda Føroyar, longu nú hátíðarhaldast. Arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at tað eisini hevur vakt ans uttanlands, m.a. við einum heiðursprógvi á ráðstevnu í Estlandi fyrr í ár, fyri skjótastu verkseting av slíkum loysnum.
 
Arbeiðið við at seta í verk Heldina hevur verið skipað sum ein verkætlan, mannað við fólki frá Gjaldstovuni, frá øðrum almennum stovnum, frá føroyskum KT-ráðgevum og -veitarum, og við estlendskum serfrøðingum. Avgerandi lutur í at tað hevur eydnast so mikið væl, at seta í verk Heldina, er tað tætta samstarvið, sum hevur verið við føroysku KT vinnuna, við KT felagið og við týðandi almennar stovnar, sum øll hava tikið væl undir við verkætlanini.
 
Fleiri almennir stovnar hava longu nú knýtt seg í Heldina, og fleiri eru á veg. Haraftrat hava nakrar privatar fyritøku víst Heldini ans, og vilja hoyr meir um møguleikan, at nýta Heldina tá skiftast skal um dátur við aðrar myndugleikar og fyritøkur.
 
Lesast kann meira um Heldina, og um Talgildu Føroyar sum heild, á www.talgildu.fo/heldin 
 Tit kunnu fáa regluliga kunning um tiltøk og tíðindi frá Talgildu Føroyum, her á heimasíðuni.
Share