Fráboðan um útboð av Talgilda Samleikanum

03. mars 2017

Talgildu Føroyar skulu við hesum boða frá, at útboðið av loysn til Talgilda Samleikan verður almannakunngjørt tann 28. mars 2017, tá eisini verður bjóðað til kunningarfund um útbjóðingartilgongdina.

Veitarar fáa í fyrsta umfari freist til 23. mai 2017 at lata inn tilboð til Gjaldstovuna.

Innan hesa freist eru ásettir tríggir ávegis spurnafundir (plenum), har endamálið er at tryggja eina felags fatan av uppgávuni millum veitarar og Gjaldstovuna í mun til útbjóðingartilfarið.

Tá Gjaldstovan hevur móttikið og viðgjørt innlatnu tilboðini, bjóðar Gjaldstovan til tvírøður (dialog) við veitararnar fyri at tryggja væntanarsamsvar millum innlatnu tilboðini og tilætlaðu loysnina. Við støði í hesum fáa veitararnir høvi at tillaga tilboðini. Eitt høvuðsendamál við hesum er at tryggja, at Gjaldstovan fær eitt so gott sammetingargrundarlag av innlatnu tilboðunum sum til ber.

Freistin fyri innlating av tillagaðum, endaligum tilboðum er ásett til týsdagin 20. juni 2017.

Miðað verður eftir, at sáttmáli um veiting verður undirskrivaður í seinasta lagi 30. juni 2017.

Útbjóðingarumfarið fylgir sostatt hesi ætlan:

Spurningar viðvíkjandi útbjóðingarumfarinum kunnu stílast til Rolf Herup Olsen (rolf@talgildu.fo)verkætlanarleiðara, ella Nicolai Mohr Balle(nicolai.balle@gjaldstovan.fo), verkætlanarstjóra fyri Talgildu Føroyar.

Share