Føroyska Leiðslukunningarskipanini víst fram á e-gov ráðstevnu í Tallinn‚ Estlandi

02. juni 2016

Á verkstovu fyri smátjóðir og oyggjasamfeløg, sum var á ráðstevnuni í Estlandi fekk Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, høvi til, at greiða frá Leiðslukunningarskipanini í Búskaparskipan Landsins, ið helst er millum fremstu leiðslukunningarskipanir í heiminum innan almenna geiran.
Á verkstovuni luttóku umboð frá fjarskotnum londum, so sum Seyskelloyggjunum, Mauritius og Dominikanska lýðveldinum.
Eftir verkstovuni fingu fleiri av luttakarunum høvi til at fáa eitt prát um skipanina, á básinum, sum Talgildu Føroyar høvdu á ráðstevnuni.

Share