Føroyar fingið herðaklapp í Estlandi

04. juni 2016

Hóast vit í Føroyum bert hava arbeitt við skipaðari tilgongd innan talgilding í lítið meiri enn eitt ár, byrja vit longu nú at síggja úrslitini av verkætlanini Talgildu Føroyar #TalgilduFøroyar.

Á ráðstevnuni í Estlandi, #egov2016, fekk Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, á stórfingnari móttøku við luttøku av 54 londum, handað heiðursprógv fyri skjótastu verkseting av sokallaðu Heldini, ein loysn ið verður brúkt til at flyta dáta millum skipanir.
Herðaklappið er eitt prógv um, at vit í Føroyum hava tær neyðugu fyritreytirnar, at flyta okkum skjótt fram á talgildingarleið, um bert vilji og undirtøka er millum neyðugu áhugapartarnar.

Share