Fjølbroytt umboðan til verkstovuna um nýtslu av Heldini

25. oktober 2017

Síðani 2015 hava Talgildu Føroyar skipað fyri verkstovum um millum annað menning av og knýti í Heldina. Týsdagin 24. oktober fór sjeynda verkstovan av bakkastokki og setti sjóneykuna á nýtslu av Heldini. Undirtøkan til verkstovuna var góð og hópurin myndaði eina breiða umboðan úr bæði privata og almenna geiranum.      

Verkstovan varð deild í eina innleiðslu og tríggjar framløgur. Endamálið við verkstovuni var at geva teimum luttakandi eina støðulýsing av gongdini í Talgildu Føroyum umframt at framløgurnar tóku støði úr ávíkavíst teimum ymisku leiklutunum í Heldini, innleiðslu til FOLK og ger av vevtænastum. Andras Eliassen og Bárður Joensen hildu hesar framløgur og møguleika var eisini hjá teimum luttakandi at seta spurningar og kunna seg nærri um fjølbroyttu evnini, ið verkstovan myndaði.

Næsta verkstovan verður 10. apríl 2018 og fer at greiða samskiftið millum Heldina og Tænastuportalin.

Til ber at lesa meira um verkstovuna, síggja skránna, taka niður framløgur og síggja dømir, ið vórður ment á verkstovuni her.