”eID – the Cornerstone of Digitalizing”

31. august 2016

Innbjóðing til ráðstevnu um talgildan samleika við heitinum - ”eID – the Cornerstone of Digitalizing”

Verkætlanin Talgildur Samleiki, sum er partur av Talgildu Føroyum, fer við hesum, at bjóða KT vinnuni og øðrum áhugaðum til eina lítla ráðstevnu um talgildan samleika.

Ráðstevnan verður hildin á Parnassinum á Hotel Hafnia mikudagin 7. september, kl. 9.00 – 13.00.

Endalig støða er nú loksins tikin til at seta í verk ein talgildan samleika fyri Føroyar. Í sambandi við at verkætlanin nú er komin so mikið áleiðis, at tað skjótt er klárt at bjóða menning og rakstur út, er støða tikin til at halda eina lítla ráðstevnu um hetta evnið.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum møguleika at økja um vitanina um ymiskar loysnir innan talgilda eyðmerking og talgilda undirskrift, at hoyra um tær loysnir onnur lond hava valt at taka í nýtslu, og hvørjar royndir hesi lond hava fingið í sambandi við verkseting av loysnum til talgildan samleika. Umframt framløgur og kjak, fáa luttakararnir á ráðstevnuni eisini høvi at tosa við teir fýra útlendsku serfrøðingarnar og umboð fyri Talgildu Føroyar verkætlanina, um júst tey evni luttakararnir ynskja.

Fýra útlendskir serfrøðingar innan talgildar samleikar úr Íslandi, Danmark, Noregi og Estlandi luttaka á ráðstevnuni. Serfrøðingarnir fara at greiða nærri frá teirra royndum, bæði jaligum og neiligum, og tilgongdini hjá teimum fýra londunum mótvegis fyri einum nationalum talgildum samleika. Vit hava sett teimum hesar spurningar at viðgera:
• Hvussu er tykkara national loysn sett saman?
• Hvørjir lutir fevnir loysnin um?
• Hvørjar avbjóðingar hava verið í sambandi við at verkseta og breiða út lyklar?
• Hvat merkir talgildi samleikin fyri samfelagið í teimum einstøku londunum?
• Um tey høvdu byrja umaftur, hvat høvdu tey gjørt øðrvísi?
• Hvørjir nýggir møguleikar síggja tit fyri tykkum í framtíðini?
Av tí útlendingar luttaka, verður ráðstevnan fyrst og fremst hildin á enskum. Tó verður møguleiki at seta spurningar á føroyskum, sum síðani verða umsettir til enskt av fyriskiparunum.

Share