Áhugaverd verkstova um menningarpallin OutSystems

15. mars 2018

6. mars vitjaðu OutSystems í Føroyum og greiddi frá teirra menningarpalli

Umboð fyri almennar stovnar, ið væntandi fara at veita tænastur á komandi tænastuportalinum, og KT-vinnuna, møttu upp, tá ið Talgildu Føroyar var karmur um kunningarfund og verkstovu um KT-menningarpallin OutSystems

Í sambandi við kanningararbeiði um ein føroyskan tænastuportal vóru umboð frá OutSystems í Føroyum og løgdu fram um sína loysn. Talgildu Føroyar metti, at hetta var eitt gott høvi hjá føroyskum KT-veitarum og KT-ábyrgdarum at fáa innlit í menningarpallin, ið hevur góð 17 ár á baki hjá bæði almennum og privatum brúkarum kring heimin.

Menningarpallurin, ið OutSystems bjóðar, er ein sokallað lowcode pallur, ið kann brúkast til bæði at menna vevskipanir og apps á ein skjótan og skipaðan hátt.

Tiltakið var skipað í tveimum. Ein verkstova fyri KT-mennarar, har luttakarar fingu høvi at menna til pallin hjá OutSystems. Hin parturin var ætlaður stovnsleiðarum og KT-ábyrgdarum, og var ein yvirskipað kunning um sjálvan menningarpallin. Umboð fyri OutSystems vísti á fyrimunirnar við pallinum og á ymisk dømir, har pallurin verður brúktur í dag.

Til bæði tiltøk var orðaskifti við luttakarnar, og Talgildu Føroyar hava fingið fleiri góðar afturboðanir um tiltakið og sjálvan menningarpallin.

Talgildu Føroyar ger nú eina eftirmeting av OutSystems, og heldur á fram við kanningararbeiðinum til tess at finna best hóskandi pallin til ein føroyskan tænastuportal.