250 mió. kr. í fimm ár at talgilda Føroyar

25. juni 2015

KVF samrøða við Nicolai M. Balle

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/06/25/50-mi-krum-ri-fimm-r-talgilda-froyar

Ein verkætlanarbólkur hevur lagt fram ætlan, hvussu Føroyar kunnu talgildast. Mælt verður til eina føroyska loysn

Eitt talgilt samleikaprógv, ein felags portalur fyri allar tænastur og ein tryggur KT-arkitekturur, har allar persónsupplýsingar og grunddátaskráir verða savnaðar á einum stað.

Tað eru høvuðstilmælini í strategiini fyri Talgildu Føroyar, sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í dag.

At talgilda Føroyar hevur við sær effektiviseringar og sparingar, men tað fer eisini at gera tað lættari hjá borgaranum at avgreiða síni viðurskifti. Mælt verður til, at loysnin verður føroysk, so føroyska KT-vinnan eisini kann mennast.

Mælt verður til at brúka 50 mió. kr. um árið næstu fimm árini til talgildingina.

Hoyr samrøðu við Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóra, í útvarpstíðindunum.

Share