Um Talgildu Føroyar

Verkætlanin Talgildu Føroyar arbeiðir við at menna eitt talgilt undirstøðukervi fyri Føroyum, soleiðis at tað verður lættari at samskifta við dátum fyri bæði borgarar og myndugleikar. Málið er at sleppa undan tvískrásetingum og manuellum mannagongdum. Fyri at røkka hetta málið er neyðugt at øll hava ein talgildan samleika, sum er samleikaprógv hjá hvørjum einstakum føroyingi á netinum. Talgildar tænastur skulu gerast fyri so at borgarar kunnu avgreiða síni viðurskifti talgilt. Saman við einum talgildum samleika, ber til at menna talgildar tænastur sum eru próvfastar, t.d. umsóknir, loyvir, atgongd til peningastovnar og kontraktir. Góðar talgildar tænastur krevja at myndugleikar og onnur samskifta trygt og talgilt, og til hetta endamálið skal eitt undirstøðukervi gerast, sum lætt og trygt kann seta upp sambond millum luttakarar á netinum. At enda má ein myndugleiki og lógarverk gerast rundanum hetta nýggja øki, so tað verður stýrt og skipað á besta hátt.

Síðani heildarætlanin varð løgd fram í Norðurlandahúsinum á sumri í 2015 er nógv hent, og tí er heimasíðan eisini umløgd til at snúgva seg um menningina av verkætlanini í høvuðsheitum.

Teir fýra grundleggjandi tættirnar í Talgildu Føroyum eru:

  • Talgildar Tænastur: Tilmæli um ein felags portal, sum skal tryggja, at borgarar og vinna skjótt og einfalt kunnu gagnnýta almennar og vinnuligar tænastur.
  • Talgildur Samleiki: Ein loysn fyri eitt trygt login og eina talgilda undirskrift, ið hóskar til føroyska samfelagið.
  • Heldin: Tilmæli um tryggan dátuflutning, sum gera, at øll kunnu gagnnýta somu grundskráir, og upplýsingar bara skulu latast eina ferð.
  • Myndugleiki og bygnaður: Tilmæli um skipan av bygnað til verksetan av talgildingarátøkunum. Og tilmæli um framtíðar bygnað til menning og rakstur av Talgildu Føroyum.

 Les heildarætlanina frá 2015.