Í dag, 21. mars, høvdu Talgildu Føroyar boðið til verkstovu um løgfrøði og standardir í.s.v. útboðið av Talgilda Samleikanum, sum verður almannakunngjørt 28. mars 2017.

 Umboð fyri føroysku KT-veitarar, sum hava víst komandi útboðnum áhuga, luttóku á verkstovuni.

Framløgurnar á verkstovuni, sum vóru hildnar av Jósup Henriksen, løgføðiligur ráðgevi hjá Talgildu Føroyum, og Djóna á Boðanesi, umboðandi KT-trygd á Gjaldstovuni, eru at finna her:  Framløga um standardir og løgfrøði