Kunningarfundur um útboð av talgilda samleikanum

28. mars 2017 skipaði Talgildu Føroyar fyri kunningarfundi í sambandi við útboðið av talgilda samleikanum.

Í sambandi við at útboðið av talgilda samleikanum varð lagt út á Keypsportalin 28. mars, hevði Talgildu Føroyar bjóðað til fundar, har útboðið var lagt fram.

Væl av fólki var møtt til kunningarfundin, bæði umboð fyri KT-veitarar og aðrar áhugabólkar.

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, sum beyð vælkomin, og síðani Nicolai Mohr Balle, stjóri fyri Talgildu Føroyar, vístu báðir á, at útboðið av talgilda samleikanum er ein av stóru hornasteinunum í talgildini av Føroyum.

Síðani greiddi Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðari fyri Talgilda Samleikan, frá um sjálvt útboðið, herí m.a. hvussu útbjóðingartilfarið og -umfarið er skipað. Janus Helgi Læarsson frá Talgildu Føroyum greiddi eisini frá yvirskipaða arkitekturinum í loysnini, sum útboðið fevnir um.

Nicolai tók samanum og takkaði fyri áhugan.

Útboðið av talgilda samleikanum er lýst á Keypsportalinum og kann síggjast her

Miðað verður eftir, at avtala við vinnaran av útboðnum verður kunngjørd tann 30. juni 2017.

Les skjalið: Talgildur Samleiki - Karmar um útboð