Kjakfundur um loysnina Talgildur Samleiki

Áðrenn loysnin 'Talgildur Samleiki' verður boðin út, bjóðaði verkætlanarbólkurin Talgildur Samleiki til kjakfund. Fundurin varð skipaður í samstarvi við KT Felagnum, og loysnin sum eftir ætlan skal setast í verk í Føroyum varð umrødd.

Endamálið við kjakfundinum var, at so nógv vitan um grundarlagið fyri ynsktu loysnini sum gjørligt varð deild millum luttakararnar. Eisini var endamálið at teir mest týðandi áhugabólkarnir, í mun til íverksetanina av loysnini, komu til orða.

Hesir týðandi áhugabólkar eru:

  • KT fyritøkur, sum væntandi fara at bjóða uppá uppgávuna
  • Telefyritøkur og Posta, sum eru áhugabólkar við vitan á umráðnum
  • Peningastovnar og TAKS, sum stuðlar og samstarvsfelagar i Talgildum Samleika

Tveir kjakfundir vórðu hildnir, annar 24. og hin 28. oktober.

Til ber at taka niður tilfar frá fundunum her: