eID - the Cornerstone of Digitalizing

9. september 2016 skipaði arbeiðsbólkurin fyri Talgildum Samleika fyri ráðstevnu í Hotel Hafnia.

Endamálið við ráðstevnuni var at geva luttakarunum møguleika at økja um vitanina um ymiskar loysnir innan talgilda eyðmerking og talgilda undirskrift, at hoyra um tær loysnir onnur lond hava valt at taka í nýtslu, og hvørjar royndir hesi lond hava fingið í sambandi við verkseting av loysnum til talgildan samleika. Umframt framløgur og kjak, fingu luttakararnir á ráðstevnuni eisini høvi at tosa við teir fýra útlendsku serfrøðingarnar og umboð fyri Talgildu Føroyar verkætlanina, um júst tey evni luttakararnir ynsktu.

Uppmøtingin til ráðstevnuna var góð, og umleið 90 umboð frá føroysku KT-vinnuni og onnur áhugaði vóru komin at hoyra meira um eID ætlanirnar.

Skrá

  • Vælomin: Hví talgilda Føroyar, og hví er tørvur á einum føroyskum talgildum samleika? – Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
  • Digital ID and PKI in general: Introduction to Public Key Cryptography and Public Key Infrastructures (PKI) – Toke Meier Carlsen, Matematikk professari.

Hvat gera hini londini? (PDF)

Talgildu Føroyar og kjak

  • Ætlanir til føroyska loysnina: Hvar eru Føroyar nú? – Ann Damgaard, verkætlanarleiðari fyri Talgildum Samleika
  • Pallborðskjak – Útlendsku gestirnir og Ann Damgaard kjaka og svara spurningum frá áhoyrarunum
  • Samandráttur og næstu stigini til einum føroyskum eID – Talgildur Samleiki – Nicolai Mohr Balle, Verkætlanarleiðari, Talgildu Føroyar.

Myndir