Talgildur Samleiki

Les Talgildi Samleikin - Karmar um útboð

Í viðfesta skrivi omanfyri verða yvirskipaðu karmarnir viðvíkjandi útboðnum av Talgilda Samleikanum lýstir. Fyrsti parturin lýsir grundarlagið fyri at verkseta Talgilda Samleikan, síðani verður greitt frá sjálvari útbjóðingargongdini og krøvunum, ið verða sett áhugaðu veitarum av Talgilda Samleikanum. Umframt viðfesta skrivið fevnir útbjóðingartilfarið um eitt sáttmálauppskot og viðkomandi fylgiskjøl. Áhugaðir tilboðsveitarar kunnu venda sær til Gjaldstovuna, Talgildu Føroyar, fyri at fáa samlaða útbjóðingartilfarið útvegað. Tað er umráðandi fyri Gjaldstovuna, sum verkætlanareigara, og fyri gongdina í verkætlanini, at tilboðsveitarar seta seg í samband við Gjaldstovuna um møgulig ivamál, so tryggjað verður, at partarnir hava eina felags fatan av innihaldinum og vavinum av sjálvari verkætlanini. Tí verður heitt á tilboðsveitaran um bæði at senda skrivligar spurningar og hava ein virknan leiklut á kunningar- og spurnarfundunum, sum eru lýstir í viðfesta skjali. Tilskilast skal, at hetta útboðið fevnir um sjálvan menningarpartin av Talgilda Samleikanum, meðan rakstrarparturin verður boðin út fyri seg millum undangóðkendar veitarar.

   
Slag   Útboð  
Bólkur   Vøra/Tænasta  
Veitingarstaður   Føroyar  
Veitingardagur      
Vekting   Yvirskipaða vektingin av tilboðunum er Prísur: 50%, Góðska: 50%  
Støða   Í útboð  
Kunngjørt   28-03-2017  
Spurnarfreist   15-05-2017 13:00  
Innlatingarfreist   23-05-2017 12:00  
Útboð latast upp   20-06-2017 12:00  
Vinnari kunngerðast   30-06-2017  
Stovnsnr.   154080  
Útbjóðari   Talgildu Føroyar  
Bústaður   Kvíggjartún 1, FO-160 Argir  
Kontaktpersónur   Rolf Herup Olsen  
Telefon   +298210414  
Teldupostur   rolf@talgildu.fo