Eitt ómakaleyst samleikaprógv

Borgarar og vinna fara í alsamt størri mun at samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna talgilt umvegis e-tænastur og borgaraportalar, og tí fáa øll sín egna talgilda samleika – eitt talgilt samleikaprógv.

Talan verður um ein og sama talgilda samleika, sum kann nýtast til innritan og eyðmerking á portalum og snarskivum, bæði hjá stovnum, myndugleikum og fyritøkum.

Ein talgildur samleiki ger tað skjótari og einfaldari hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti. Samstundis verða mannagongdir hjá almennum stovnum minni tíðar- og orkukrevjandi, tí sloppið verður undan eitt nú at ljóslesa pappír.    

Seinnu árini er gerandisdagur okkara vorðin alsamt meira talgildur. Flestu upplýsingar verða varðveittar hjá teimum myndugleikum og fyritøkum, vit hava samband við. Vit borgarar goyma eisini upplýsingar okkara á teldum o.ø. talgildum tólum.

Seinastu árini er tørvurin at kunna eyðmerkja seg talgilt vaksin støðugt. Fleiri og fleiri skipanir eru komnar við onkrum slagi av innritan, tá ið vit skulu hava ella senda upplýsingar til fyritøkur og stovnar.      

Sum tørvurin at geva upplýsingar sínámillum veksur, veksur eisini tørvurin at senda trúnaðarupplýsingar trygt og einfalt. Tí síggja vit, at alsamt fleiri lond seta í verk landsumfevnandi loysnir at eyðmerkja borgarar, fyritøkur og aðrar løgfrøðiligar myndugleikar.  

Við at seta í verk eina felags, talgilda loysn fyri alt samfelagið, fæst ein einføld skipan. Hetta merkir, at borgarin kann nýta ein og sama hátt til at innrita í skipanirnar.

Fyri samfelagið er tað stórur fyrimunur, av tí at tað skulu ikki stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan er. Tí fer ein felags loysn fyri alt samfelagið at viðføra munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting.