Samstarvsfelagir í Talgildu Føroyum

Talgildu Føroyar fevnir um bæði stovnar, fyritøkur og allar føroyingar, og tí er tað umráðandi at fáa so nógvar partar við sum gjørligt, sum fáa ávirkan á verkætlanina.

Menningin av Talgildu Føroyum skal verða kjølfreitt breitt í føroyska samfelagnum, soleiðis at loysnirnar skapa framgongd fyri føroyingar, vinnu og alt samfelagið.

Talgildu Føroyar eru fíggjaðar sum eitt private-public partnership. Landsstýrið fíggjar størsta partinum. Kommunur, fyritøkur og almenn partafelag eru eisini við at fíggja verkætlanina. 

Samstarvsfelagarnir eru

  • SEV
  • IRF
  • Føroya Tele
  • Nema
  • Atlantic Airways
  • Eystur- og Sandoyartunlar
  • Vága Floghavn
  • ALS og Trygdargrunnurin
  • Effo
  • Magn
  • Betri Trygging
  • Trygd
  • Nordik Pensjón
  • Lív
  • Betri Pensjón
  • Felagið Peningastovnar vegna BankNordik, Betri Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

Flestu kommunurnar hava eisini samstarvsavtalu við Talgildu Føroyar fyri at bjóða fram tænastur á Vanganum.

Share

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.

Samband

Set teg í samband við Duritu Hansen, samskiftisfólk, á durita@talgildu.fo