Bjóða teg fram

At talgilda Føroyar er ein umfatandi verkætlan, ið brýtur upp úr nýggjum og leggur lunnar undir eina nútímans vælferð. Arbeiðið krevur nógvar ymiskar førleikar. Talgildu Føroyar eru áhugaði í at gagnnýta allar teir førleikar, ið krevjast í verkætlanina. Tískil hava vit tvey umsóknarbløð, sum geva ávíkavíst einstaklingum og fyritøkum møguleika at bjóða seg fram at loysa uppgávur fyri okkum.

Talan er um tíðaravmarkaðar uppgávur. Við at fylla út umsóknarblaðið, annaðhvørt sum einstaklingur ella fyritøka, ber til hjá okkum at seta skrásetta profilin við førleikum saman við møguligum leypandi uppgávum.

Umsóknarblað fyri starvssøkjandi

Umsóknarblað til fyritøkur 

Share

Finn okkum

Høvuðsskrivstovan er á Gjaldstovuni í Albert Hall.

Brúkaratænastan, sum hjálpir við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni, heldur til á Staravegi 9 í Havn og hevur telefonnummar 1881.