Lóggáva og rættartrygd

Fyri at fremja talgildingina í verki, fyri at tryggja rættindi og skyldur borgaranna, og fyri at  borgarar í Føroyum gerast tryggir við talgildingina, og á tann hátt taka undir við henni, er umráðandi, at talgildingin verður skipað við skynsamari lóggávu.

Talgildingin fer ikki at geva almennum myndugleikum aðrar upplýsingar enn tær, ið frammanundan verða latnar. Talgildingarlógin skal skapa karmarnar fyri talgilda samskiftinum millum tað almenna, borgarar og vinnu og fer ikki at víðka tær heimildir, sum almennir myndugleikar hava í dag.

Talgildingarlóg
Gjørd verður ein talgildingarlóg, sum nágreinar rættindi og skyldur hjá bæði borgarum og tí almenna. Í stuttum snýr talgildingarlógin seg um, at tað almenna fær heimild at talgilda samskiftið við borgarar og vinnu. Lógin fer at halda seg til tær meginreglur, sum frammanundan eru galdandi, serliga í mun til persónsupplýsingar, dátutrygd og rættartrygd.

Verandi lóggáva
Fyrsta stigið er at viðgera og meta um ta lóggávu, sum er galdandi í Føroyum, og sum føroyskir myndugleikar hava ræðið á. Metast skal um, hvørt lóggávan í verandi líki forðar fyri talgilding, ella um lóggávan er soleiðis háttað, at talgilding kann fremjast uttan lógarbroyting. Metast skal eisini um, hvørt verandi lóggáva er nøktandi, serliga í mun til cyber security og viðkomandi heimildir hesum viðvíkjandi.

Settur verður ein arbeiðsbólkur, umboðandi øll stjórnarráð, at viðgera og meta um, hvørt forðingar fyri talgilding eru í galdandi lóggávu. Bólkurin skal gera uppskot til dagføringar og tillagingar. Metast skal eisini um, hvørt tað í ávísum førum er skynsamt at varðveita verandi (pappírs)fyrisiting í eini skiftistíð, um økið, sum lóggávan skipar, ikki er búgvið at talgilda.

Lógartillagingar og dagføringar
Neyðugar tillagingar og dagføringar kunnu gerast í einum, t.e. við einari samlaðari broytingarlóg. Hetta kann eisini gerast í fleiri umførum.

Nýggjur lóggávuleistur
Komandi lógarsmíð skal hava fyrilit fyri, at alt størri partur av fyrisitingini verður talgildur.

Nýggi lóggávuleisturin verður mentur í samstarvi millum Vinnumálaráðið, Fíggjarmálráðið (Gjaldstovuna) og Løgmansskrivstovuna (Lógardeildina og Dátueftirlitið).

Share