Trygd

Ein privatur lykil skal handfarast trygt

Tað er sera umráðandi, at privati lykilin verður handfarin trygt, tí lykilin er tín talgildi samleiki. Grundleggjandi kann tann privati lykilin goymast upp á tveir mátar: miðspjatt og miðsavnað.

Flestu loysnir til talgildan samleikan eru grundaðar á eina miðspjadda loysn, har privati lykilin er í varðveitslu hjá borgaranum sjálvum. Í dag verður privati lykilin vanliga goymdur á einari trygdareind (SIM-kort, chipkort o.s.fr.), sum ger tað ógjørligt at kopiera lykilin. Harumframt er lykilin vardur við einum loyniorði, sum einans borgarin sjálvur kennir.

Talgildi samleikin í Danmark og Noregi er grundaður á eina miðsavnaða loysn, har allir teir privatu lyklarnir eru savnaðir á einum servara hjá Nets. Hetta setur sera strong krøv til trygdina og rakstrarumhvørvið, har allir lyklarnir liggja.

Føroyska loysnin verður grundað á eina miðspjadda loysn, eins og gjørt verður í flestum øðrum londum, eitt nú Íslandi, Finnlandi og Estlandi. Noreg er eisini nýliga farið at bjóða eina miðspjadda loysn til fartelefonir, umframt ta miðsavnaðu loysnina.

Share