Fulltrú

Skjótt og einfalt at steðga øllum fulltrúum

Í dag ber til at geva fulltrú í ymiskum KT-skipanum. T.d. kann ein geva makanum loyvi at síggja eins egnu kontu í netbankanum, ella geva dóttrini loyvi at innlata sjálvuppgávuna vegna ein sjálvan.

Tað er neyðugt at geva fulltrú, tí annars er vandi fyri, at fólk geva sjálvan samleikan burtur. Eitt dømi er, tá fólk geva makanum brúkaranavn og loyniorð til netbankan, tí tá kann bankin ikki síggja, um tað er makin ella eigarin sjálvur, sum flytur pening.

Tað verður mett skynsamt, at fulltrúin liggur í teimum ymisku KT-skipanunum, tí fulltrúin er knýtt at virkisøkinum. Í netbankanum eru ymisk sløg av fulltrúum, t.d. um ein skal síggja kontuyvirlit, kunna flyta pening, stovna lán o.s.fr., og skattaskipanin hevur onnur sløg av fulltrúum.

Tó er neyðugt skjótt at kunna steðga øllum fulltrúum á einum staði. Hetta kann vera viðkomandi, eitt nú tá ið makar skiljast. Tí verður mælt til at menna eina fulltrúaskipan, har borgarin kann skráseta, um annar borgari kann fáa loyvi at avgreiða viðurskifti hansara vegna.

Tá ið t.d. dóttirin innritar á heimasíðuna hjá TAKS fyri at lata inn sjálvuppgávuna hjá pápanum, spyr skattaskipanin í fyrstu syftu fulltrúaskipanina, um pápin hevur loyvt fulltrú. Síðani verður hugt í sjálva skattaskipanina fyri at vita, um dóttirin hevur loyvi at lata inn sjálvuppgávuna.

Fulltrúaskipanin er sera einføld, men samstundis er lætt og skjótt hjá borgaranum at steingja fyri øllum fulltrúum í teimum ymisku KT-skipanunum.

Share