Borgara- og lyklakort

– Eitt kort til fysiskan og talgildan samleika

Borgarin eigur tann talgilda samleikan og hevur hann um hendi. Vit nevna talgilda samleikan fyri borgarans privata lykil. Tann privati lykilin kann byggjast inn í kort av ymiskum slagi.

Eitt nú hevur Ísland valt at byggja talgilda samleikan inn í gjaldskortini, sum bankarnir útflýggja. Fleiri lond hava valt at byggja hann inn í sim-kortini til telefonir; men tað er eisini møguligt at byggja hann inn í eitt borgarakort, eins og gjørt er í Estlandi.

Við einum slíkum borgarakorti kann borgarin bæði eyðmerkja seg fysiskt og nýta kortið sum talgilt. Fyriuttan talgilda samleikan inniheldur borgarakortið mynd, navn, undirskrift og aðrar upplýsingar um borgaran. Borgarin kann nýta kortið uttan kotu á støðum, har hann møtir, og eitt starvsfólk kann kanna eftir og fáa staðfest, at talan er um rættan persón. Við at hava eitt kort, sum bæði er fysiskt og talgilt, fara borgarar at kunna eyðmerkja seg talgilt á t.d. apotekum, hjá lækna, við kommunalar snarskivur og aðrastaðni, har tað í dag er neyðugt at nýta pappírsmannagongdir, tá undirritast skal. Tað verður eisini møguligt at nýta kortið í øðrum høpi, eitt nú sum lánarakort, bensinkort o.s.fr. Til ber eisini at knýta kortið saman við koyrikorti ella passi, so at føroyskir borgarar einans nýtast eitt samleikaprógv, koyrikort og pass.

Í Estlandi hava allir borgarar fingið útflýggjað eitt nýtt samleikakort, ið bæði kann nýtast sum talgildur samleiki, pass og koyrikort.

Borgarakortið verður nýtt saman við einum kortlesara, sum verður settur í USB-stikkið á eini teldu. Á telduni verður borgarin biðin um at velja sín lykil, sum er á kortinum, og síðan at skriva kotuna. Soleiðis eyðmerkir borgarin seg talgilt og kann nú avgreiða tað, sum hann hevur tørv á.

   

Share