Betri tænastur fyri allar borgarar

Tøknin skal geva øllum atgongd til okkara talgilda samfelag. Talgildingin skal gera tað lættari hjá teimum við skerdum førleika, teimum, sum eru stødd á útoyggj, til skips ella uttanlands at brúka almennu tænasturnar og aðrar tænastur í felags kervinum.

At kunna avgreiða síni viðurskifti á netinum er fyri flestu borgarar ein betri tænasta og ein lætti í gerandisdegnum. Tá kann borgarin avgreiða heima, til skips, á sjúkrahúsi ella í øðrum londum, heldur enn at standa í bíðirøð á kommunuskrivstovuni ella hjá almannaverkinum.

Hjá summum borgarum er talgildingin ein avbjóðing; kanska duga tey ikki nóg væl KT, ella tey bera brek, sum forðar teimum at brúka tænasturnar. Hesir borgararnir skulu eisini fáa góða tænastu og ta hjálp og tann stuðul, sum eru neyðug.

Nakrir av stóru bólkunum, sum bera brek, eru tey, ið:

  • ikki síggja nóg væl ella eru blind
  • eru lesiveik
  • ikki hoyra nóg væl ella eru deyv
  • eru rørslutarnað
  • ikki hava lætt við at fata

Altjóða standardir eru fyri, hvussu heimasíður og sjálvgreiðslur skulu vera skipaðar, soleiðis at mest sum allir borgarar kunnu fáa gagn av teimum. Nógv ymisk hjálparamboð eru eisini. Alneyðugt er at seta portalin upp soleiðis, at hjálparamboð eru tøk beinanvegin og klár at brúka frá fyrsta degi.

Fyri tey, sum eru sjónveik, má bera til at vaksa um partar av myndini á skíggjanum, og tað má eisini bera til at fáa tekstin upplisnan. At teksturin verður lisin upp, hjálpir eisini teimum, sum eru lesiveik og orðblind. Ein partur av fólkinum er eisini litblindur. Fyri tey er tað ein hjálp, um litirnir kunnu verða broyttir til at vera í svørt-hvítum, ella um teir kunnu gerast sterkari, so munurin verður størri.

Tann, sum er deyvur, má kunna lesa alt, sum er á portalinum. Eru t.d. filmsbrot, skulu hesi vera tekstað, soleiðis at deyv skulu fáa kunningina.

Eru fólk rørslutarnað, soleiðis at tey ikki kunnu brúka amboð sum knappaborð og mús, eru onnur sergjørd amboð, sum kunnu verða brúkt.

Hjá tí, sum hevur tað trupult at fata og minnast tað, hann hevur lisið, er umráðandi, at bara tað mest neyðuga stendur á síðuni, og at orðingarnar eru stuttar og greiðar.

Í summum førum er besta hjálpin, at borgarin kann venda sær til stovnin ella tænastuveitaran við brævi ella koma á gátt á stovninum at fáa avgreitt síni viðurskifti.

Tey, sum ikki kenna seg trygg, tá ið talan er um KT, kunnu hjálpast á leið og við stuðli í telefon ella á tænastustaðnum avgreiða síni viðurskifti á teldum, sum eru settar upp til tað sama. Kanska hava tey dirvi næstu ferð at royna sjálv.

Skipanirnar mugu hava fyrilit fyri tilflytarum, sum ikki eru stinnir í føroyskum máli. Hjá teimum má bera til at fáa somu atgongd til tænasturnar á enskum. Hetta kann eisini hjálpa teimum at gerast partur av føroyska samfelagnum.

Share