Ein samansettur portalur

Mælt verður til at menna eina samansetta portalloysn. Hetta tilmæli er fyrst og fremst grundað á eina tørvslýsing, sum varð gjørd saman við lyklaáhugabólkum frá vinnuni og almennum stovnum og á ráðgeving frá serfrøðingum úr Danmark og Estlandi.

Tað eru longu í dag fleiri, góðir portalar, men av tí at teir ikki eru savnaðir á einum stað, skal borgarin í ymisk heraðshorn at leita eftir upplýsingum um seg, eins og hann skal leita ymsastaðni eftir tænastum, sum vinnan og tað almenna hava at bjóða.

Dømi um tænastuveitarar, sum hava portalar:

  • Tryggingarfeløg
  • Pensjónsfeløg
  • Oljufeløg
  • Peningastovnar
  • SEV
  • Telefonfeløg
  • TAKS

Umframt portalarnar er talgildi postkassin Mínboks, ið eisini hevur hentleikar til talgild oyðubløð.

Fyri at fara eftir skjótt syftu seiðunum fyrst og eftir stuttari tíð at kunna røkka munagóðum úrslitum, ið koma borgaranum til góðar, verður mælt til at gagnnýta tær loysnir, ið longu eru. Hetta kann gerast við at menna ein portal, sum hevur eina felags innritan, ið gevur atgongd til hesar loysnir.

Portalurin kann innihalda felags hentleikar, t.d.:

  • Grundupplýsingar um borgaran, t.d. navn, bústað, borgarastøðu og postbústað
  • Talgildan postkassa til trygt brævasamskifti
  • Talgild oyðubløð til umsóknir, innlatingar, fráboðanir og annað
  • Talgildan kalendara við møguleika at bíleggja tíð hjá t.d. lækna og til at góðkenna innkallingar
  • Felags innritan og talgilda undirskrift
  • Mína síðu, har borgarin kann fáa yvirlit yvir síni viðurskifti
  • Yvirlit yvir leinki til portalar, ið nýta somu felags innritan

Við hesari loysnini fær borgarin eina inngongd til teir portalar og tær talgildu tænastur, ið longu eru í dag.

Share