Ynski um felags kós og felags loysn

Samanumtikið er stór undirtøka fyri at veita borgarum og vinnu talgildar tænastur. Eisini er undirtøka fyri at savna atgongdina til tænasturnar á einum stað.

Í dag eru nógvar manuellar og tungar mannagongdir, so tørvurin á talgildum tænastum og sjálvavgreiðslu er avgjørt til staðar. Tað er eisini greitt, at tørvurin hjá ymsu stovnunum og virkjunum líkist nógv, og at tey hava somu ynski.

Smáir og stórir veitarar hava ymiskan tørv
Tað er ymiskt, hvussu langt einstøku stovnarnir og virkini eru komin á talgildingarleið. Onkur er komin langt, t.d. peningastovnarnir og TAKS, men flestu stovnar hava ikki nógv talgilt samskifti við borgarar og vinnu.

Stóru stovnarnir og privatu virkini vilja fegin vera við í einum felags portali, men vilja hava hann sum tilknýti til sína egnu loysn. Tey mugu hava frælsi at menna sítt egna og at hava sín egna samleika.

Fleiri av teimum lítlu stovnunum kundu hugsað sær at knýtt seg í eina felags loysn, serliga tí teir hava hvørki fíggjarorku ella starvsfólkatilfeingi at menna sítt egna.

Fáa borgarar og vinnu at brúka loysnina
Loysnin skal vera einføld, løtt og brúkaravinalig. Skulu borgari og vinna ikki fløkjast í brúkaranøvnum og loyniorðum, er gongda leiðin at hava eina innritan í allar skipanirnar; ella í øllum førum í allar tær almennu skipanirnar.

Fyri at fáa undirtøku fyri loysnini skal farast eftir skjótt syftu seiðunum, so skjótt úrslit verða tryggjað. Tað skal ikki verða bíðað eftir kromløgdu loysnini.

Borgari og vinna vilja sleppa at avgreiða síni viðurskifti óheft av upplatingartíðum og vilja sleppa at avgreiða tey sjálvi. Tað tryggjar bæði betri tænastu og styttri avgreiðslutíð.

Innrita borgari ella vinna seg við talgildum samleika, og eru grundupplýsingarnar tøkar í øllum skipanum, ber til at hava stóran part av t.d. einum oyðublaði útfyltan, longu tá ið tað verður tikið fram. Eru upplýsingarnar ikki rættar, skulu borgari og vinna kunna boða frá beinanvegin, hvørjar rættingar skulu gerast.

Royndir við talgildum tænastum hjá m.a. TAKS og Tórshavnar kommunu vísa, at viðskiftafólk kunnu vera skjót at taka hesar til sín. Orsøkirnar til tað eru, at viðskiftafólk antin halda, at talgildu loysnirnar eru góðar, at tey eru noydd at brúka tær, ella bæði.

Tess skjótari, viðskiftafólk nýta talgildu loysnirnar, tess skjótari kunnu stovnar, kommunur og vinnulív heysta vinningin av hesum. Tískil er ein týðandi liður í menningini av Talgildu Føroyum ein marknaðarføringsætlan og ein sonevnd kanalstrategi.

Ein marknaðarføringsætlan eigur bæði at fevna breitt og at leggja dent á Talgildu Føroyar sum eitt brand við einum samleika. Hon eigur eisini at vera málrættað móti einstøkum brúkararbólkum, so hvørt sum talgildar loysnir hjá luttakarum eru tøkar, ella ta tíð á árinum, tað gevur meining at raka ein ávísan málbólk, t.d. tí at ein umsóknarfreist er viðkomandi.

Eins og við marknaðarføringini eigur kanalstrategiin at fevna breitt fyri Talgildu Føroyar, samstundis sum hon má taka fyrilit fyri menningini hjá einstøku stovnunum, kommununum og vínnulívinum.

Verður støðið tikið í eini kommunu, so eigur kanalstrategiin at viðgera allar samskiftiskanalir millum borgaran og kommununa og seta mál fyri, hvussu hesar skulu mennast innan fyri eitt ávíst áramál.

Eitt av endamálunum kann t.d. vera at tryggja, at allir borgarar, ið megna tað, verða tiknir við í talgildu menningina og avgreiða egin viðurskifti, soleiðis at kommunan kann seta nøktandi orku av til teirra, ið hava serligan tørv.

Yvirskipaða málið við eini og hvørjari kanalstrategi eigur at vera at tryggja, at borgarar og viðskiftafólk framhaldandi kenna, at tey fáa eina góða tænastu, samstundis sum stovnar, kommunur og vinnulív kenna, at teirra tilfeingi verður nýtt meira skynsamt.

Share