Skipan av myndugleika

Í heildarætlanini fyri talgilding eru átøk orðaði, sum skulu verksetast næstu árini. Átøkini verða verksett í einari verkætlan, skipað til endamálið. Átøkini hava við sær nakrar rakstraruppgávur, sum skulu handast einum myndugleika so hvørt, sum átøkini eru verksett. Hesin myndugleiki fær ábyrgd av rakstri og menning av talgildingaruppgávum framyvir.

Verkætlanin, sum fær til uppgávu at verkseta talgildingarátøkini, skal skipast eftir sama leisti, sum verkætlanin handan heildarætlanina fyri talgilding.

Rakstrarbygnaðurin verður skipaður undir verandi KT-eind hjá landinum, KT Landsins, sum frammanundan hevur førleikar, mannagongdir og royndir, sum tørvur er á, í menning og rakstri av framtíðar talgildingaruppgávunum.

Share