Fastogn

Tinglýsing er ein skipan til at skráseta:

  • Tingbók, (fastogn/matr.nr.)
  • Persónsbók (leysafæ/PV-tal)
  • Akfarsbók (skrokknr.)

Endamálið og heimildirnar við Tinglýsingini eru lýst í:

  • Løgtingslóg nr. 55/1962 um tinglýsing
  • Løgtingslóg nr. 76/1994 um tinglýsingargjøld v.m.
  • Løgtingslóg nr. 8/2006 um tinglýsingaravgjald
  • Kunngerð nr. 63/1962 um tinglýsing

Fastogn:

  • Matrikul nummar
  • Eigari/eigarar (frítekstur)
  • Veðrættur
  • Rættarsókn
  • Byrðar
  • Vídd
  • Dagfestingar
  • Alt knýtt at skjølum (aktum), sum bert í lítlan mun eru skannað

Leysafæ:

  • P ella V-tal (áhugari)
  • Frítekstur frágreiðing um lutin
  • ....

Alt knýtt at skjølum (aktum), sum bert í lítlan mun eru skannaði.

Akfarsbók:

  • Skrokknr.
  • Nummarpláta
  • Eigari

Broytingar og innlesingar

Tey flestu skjølini liggja enn í aktum í pappírsformi av søguligum grundum. Nýggjar upplýsingar verða tøppaðar inn í skipanina á Umhvørvisstovuni og eitt áhaldandi arbeiði fer fram við at tøppa eldri skjøl inn sambært skannaðum skjølum skrásett í dagbók. Broytingar í matriklinum verða skrásettar og góðkendar hálv-sjálvvirkandi umvegis dagbók.

Upplýsingar frá Landsadressuskránni verða innlisnar regluliga, so at ein dagførd adressuskrá er til taks.

Tingbókin og FOLK eru koblað saman í service2service, har tað ber til at heinta persónsupplýsingar inn út frá p-tali.

Útlesingar og fyrispurningar

Tað ber til at útskriva eina Tinglýsingarváttan (PDF), men PDF formatið er bara ein forleinging av pappírsformatinum, tí tað kann ikki innlesast í eina aðra skipan. Tað ber eisini til at gera eitt avrit av aktum.

Skipanin letur eigaraupplýsningar til kortal.fo sum stakuppslag av matrikulnummar við webservice.

Skrásetingar uttanfyri

Bankar og aðrir lánsveitarar hava sínar egnu skráir við upplýsingum um pant og fastogn, og samskifta hesar ikki við tinglýsingarskipanina.

Advokatar, Meklarar, Borgarar, Bankar, Munin, Vinnulívið í breiðum høpi brúka øll tinglýsingina, men tað er ymiskt, hvussu nógv verður skrásett hjá tí einstaka.

Samanumtøka

Tinglýsingin hevur ikki líka almenna nyttu, sum t.d. persónsskráin ella adressuskráin, men hon hevur stóran týdning í samband við keyp og sølu av lutum, har partarnir eiga at hava lætta atgongd til pant og aðra tinglýsing í einum luti. Tíverri er støðan í dag, at dátagóðskan ikki er nóg góð til at gera eina sjálvvirkandi leiting. Persónar eru ikki eyðmerktir við til ødmis e-tali ella p-tali, og tað sama er galdandi fyri lutir og aðrar tinglýsingar. Bilar hava eitt skrokknummar, so her er støðan betri og tað sama er galdandi fyri fastogn við matrikulnummarinum. Tó er ein stórur partur á pappírsformi enn, og tað krevur eitt manuelt arbeiði at tøppa tað inn og reinsa dáta, áðrenn tað kann brúkast til telduleitingar.

Skipanin, sum er gjørd til tinglýsingina, er nýmótans og kann nøkta øll krøv til samansjóðing. Tó er fyrsta stig á hesum økinum at skanna ella tøppa eldri skjøl inn, og at hækka dátagóðskuna.

Share