Skeið um kravfesting og verkgongd

16.01.19 mikudagur 16:00, Albert Hall

Í samstarvi við Dansk IT skipar Talgildu Føroyar fyri skeiði í kravfesting og verkgongd (business processes).

Ein týðandi partur í arbeiðinum hjá Talgildu Føroyum er at menna nýggjar miðsavnaðar KT-skipanir, m.a. eina nýggja virkisskrá. Av tí at arbeitt verður tvørtur um stovnar, ráð og KT-skipanir er tað týdningarmikið at góðar kravfestingar og lýsingar av mannagongdum verða gjørdar, og at hesar eru tær somu í allari verkætlanini.

Skeiðið er fyri starvsfólkum í Talgildu Føroyum og øðrum stovnum, ið arbeiða við verkætlanini.

Share