Kunningardagur um Blockchain

08.04.19 mánadagur 10:00, Smæran, J.H Schrøtersgøta 7

Vit seta sjóneykuna á Blockchain
- hvussu hugsa vit tøknina inn í okkara fyrisitingarligu loysnir?

Mánadagin 8. apríl skipar Gjaldstovan fyri kunningardegi um Blockchain. Verður Blockchain framtíðin, og hvørja ávirkan fer tað at hava á okkum og fyrisitingarligu loysnirnar, sum eru grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi ?

Blockchain, sum er tøkniligi pallurin undir Bitcoin og nógvum øðrum kryptogjaldoyrum, hevur verið nógv umrøddur seinastu árini. Nógv hava roynt at spátt, nær stóra Blockchain frambrotið verður. Fleiri ítøkiligar verkætlanir eru í gongd runt heimin, har Blockchain er grundarlagið undir loysnunum. Sum størsti KT stovnur í Føroyum metir Gjaldstovan, at almennu Føroyar ikki skulu gerast eftirbátar á hesum øki. Tað er væl hugsandi, at fleiri av okkara KT loysnum í framtíðini fara at byggja á Blockchain.
Tí er neyðugt at varpa ljós á Blockchain sum ein møguligan pall. Almennu Føroyar eiga at taka støðu til um vit nýta Blockchain, og um so er, nær og hvussu. Hetta verður evnið á almennum kunningardegi, har Roman Beck, professari og Kim Peiter Jørgensen, granskari, fara at greiða frá hesum spennandi og viðkomandi evni.

Kl. 10.00 Hvat er Blockchain ?
Komið verður inn á hvat paradigmuskifti Blockchain stendur fyri, og hvussu hugsa vit Blockchain í okkara fyrisitingarligu loysnir. Fyrilesturin er ætlaður
• aðalstjórum
• leiðarum og KT fólki á stovnum og kommunum við stórum fyrisitingarligum KT loysnum
• almennum partafeløgum og grunnum við stórum KT fyrisitingarligum loysnum
• KT fyritøkum og
• áhugaðum

Kl. 13.00 Tøknin handan Blockchain
Fyrilesturin er ætlaður
• KT leiðarum
• verkætlanar- og rakstrarleiðarum
• dba- og skipanarumsitarum, mennarum og
• áhugaðum

Roman Beck er professari á IT Universitetinum í Keypmannahavn, leiðari á European Blockchain Center og ráðgevur londum og fyritøkum runt heimin um Blockhain.
Kim Peiter Jørgensen granskar í Blockchain og undirvísir á Lærda háskúlanum og Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.


Tekning fer fram við at senda teldubræv við nøvnum á luttakarum til gjaldstovan@gjaldstovan.fo í seinasta lagi fríggjadagin 5. apríl. Fyrilestrarnir verða hildnir í Smæruni í J.H Schrøtersgøtu 7.

Tiltakið er ókeypis

Share