Heldin v 5 gjørd óvirkin

10.04.22 sunnudagur 23:59, Heldin v5

Í sambandi við at Heldin er uppstigað til nýggja útgávu, eru Talgildu Føroyar farin undir at flyta luttakarar av útgávu 5 til útgávu 6.

Á verkstovu í september í fjør kunnaðu vit um ætlaðu umleggingina, konverteringsamboðið og tíðarætlan fyri umlegging.

Hví verður Heldin uppstiga?

Tað eru fleiri orsøkir til uppstiganina, m.a. at nýggja útgávan kann brúkast saman við bæði REST og SOAP tøkni.

Ein orsøk er eisini, at útgáva 5 av Heldini ikki verður supporterað longur, og at undirliggandi tøknin á trygdarambætarunum sostatt er við at ganga út. Hetta hevur við sær, at tað neyðugt at allir luttakarar seta trygdarambætarar upp av nýggjum, eins og tit mugu gera tillagingar við vevtænastubrúkarar ella – veitarar.

Les meira um nýggju útgávuna av Heldini í leinkinum niðanfyri:

Heldin er dagførd til versjón 6

Konverteringsamboð

Fyri at lætta um umleggingina hava vit ment eitt konverteringsamboð, ið kann nýtast til at fáa vevtænasturnar at rigga á nýggju útgávuni av Heldini, uttan at hetta krevur umfevnandi menning.

Konverteringsamboðið er at finna her.

Nýggj Heldarumsitingarskipan

Sum liður í uppstiganini hava vit eisini ment nýggja Heldarumsitingarskipan, heldin.fo, ið er skipan har luttakarar kunnu avgreiða ymisk viðurskiftir viðvíkjandi Heldini. Talan verður í fyrstu atløgu um bleyta slepping, og at vit framhaldandi arbeiða við at gera skipanini enn betri. Skipanin verður tikin í nýtslu í næstum, og tá fáa tit nærri boð um hetta.

Tíðarlinja og framferðarháttur

Eftir ætlan verður útgáva 5 av Heldini niðurløgd við endan av apríl mánaði í ár. Tá skulu allir luttakarar verða umlagdir til útgávu 6. Vit koma í fyrstu atløgu at hava fokus á at flyta vevtænastuveitararnar, soleiðis at dátaði, sum hesir veita er klárt tá vevtænastubrúkararnir verða fluttir.

Arbeiðið við at flyta nakrar av sentralu luttakarunum er longu byrja. Eitt   nú er FOLK (fólkayvirlitið) tøkt á nýggju útgávuni av Heldini. Vit seta okkum í samband við hvønn einstakan luttakara fyri at leggja ætlan fyri umleggingina. Tit eru sjálvsagt vælkomin til at seta hol á umleggingina av tykkara eintingum.

Vegleiðing viðvíkjandi uppsetan av 6. útgávu av Heldini er at finna her.

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband Jens Petur Andreasen á jenspetur@talgildu.fo

Share