Talgildar tænastur

Ein felags inngongd skal gera tað lættari, skjótari og tryggari at røkka almennum og privatum, talgildum tænastum. Ein trygg innritan, ein talgildur postkassi, ein talgild undirskrift og allar tænasturnar savnaðar á einum stað alt samdøgrið. Ein felags portalur, sum kann brúkast á teldu, teldli og telefon.

Tænasturnar skulu mennast við borgaranum í miðdeplinum. Fyrsta stig er, at borgarin sjálvur kann velja tær tænastur, honum tørvar. Næsta stig er, at skipanirnar skulu laga seg til hvønn einstakan borgara og skulu bjóða tær tænasturnar, sum eru viðkomandi í mun til t.d. aldur, hjúnastøðu og starv.

Enn er nógv arbeiði eftir
Enn er arbeiðið við Talgildum Tænastum ikki komið somikið langt, at nakað aktuelt kann leggjast út á síðuna.

Les um heildarætlanina innan Talgildar tænstur her.

Les um Heldina ella um Talgildan Samleika.