Vangin

Á Vanganum eru talgildar tænastur og upplýsingar hjá almennum stovnum, kommunum og ávísum feløgum savnaðar á einum stað. Vangin ger tað lættari, skjótari og tryggari hjá fólki at avgreiða egin viðurskifti.

Tænastuveitarar á Vanganum fáa sína egnu veitarasíðu á Vangnum, har teir kunnu útstilla sínar tænastur. Borgarin skal ikki vera í iva um, hvønn hann samskiftir við, tá ið hann er á Vanganum. Vangin er eitt gott íkast til talgilda samskifti hjá stovnum og kommunum. Heldur enn at menna og sniðgeva egnar tænastur kunnu tey gerast partur av toyminum hjá Talgildu Føroyum. Allar tænastur verða mentar eftir sama leiti og sniði. Hetta hevur við sær, at brúkaran kennur seg tryggari, tí hann kennur seg aftur á Vanganum. Vangin verður mentur við krøvum til talgilda atkomu í huga. Øll, sum vilja, skulu kunna brúka Vangan.

  • Les um at gerast partur av Vanganum

    Eitt samstarv millum Talgildu Føroyar og stovnar byrjar við einum fundi, har ið vit tosa um, hvat Vangin kann bjóða tykkum í mun til sjálvgreiðslur, kalendaran og útstilling av dátum.

    Um áhugi er at byrja eitt samstarv, verður farið undir at gera eina sokallaða empathy map greining. Greiningin gevur okkum eina betri fatan av málsøkinum, kundunum, vissjónini og avbjóðingunum hjá einstaka tænastuveitaranum.

    Við borgaranum í miðdeplinum verður síðani farið í gongd við at menningararbeiðið. Vit finna í felag út av, hvat krevst tøkniliga og fyrisitingarliga fyri at fáa stovnin við á Vangan.

  • Les um Mínboks

    Les meira um Mínboks í leinkinum niðanfyri:

    Mínboks til tænastuveitarar

  • Les um kalendaran

    Á Vanganum er kalendari, ið kann senda innkallingar, freistir og áminningar. Móttakarin fær boð á teldupost, tá ið nýggj hending er í kalendaranum.

  • Les um brúkaraskránna

    Á Vanganum kanst tú viðlíkahalda telefonnummur og teldupostadressur. Tú kanst velja at lata almennum myndugleikum hesar samskiftisupplýsingar. Endamálið er, at almennir myndugleikar altíð hava dagførdar samskiftisupplýsingar, og tú ikki verður biðin um at lata somu upplýsingar fleiri ferðir.

  • Les um at sýna dátur fram

    Vangin er eyðsýnt stað hjá tænastuveitarum at sýna fram dátur, ið eru skrásettar um borgarar.

    Dátur verða ikki goymdar á Vanganum, men verða heintaðar frá tænastuveitaranum, tá ið borgarin ritar inn. Tænastuveitarin umsitur sostatt egnar dátur.

    Heldin ger tað lætt, skjótt og trygt at knýta KT skipanir hjá tænastuveitarum saman við Vanganum.

    Á Vanganum hevur borgarin atgongd til sínar persónligu dátur. Tað eru bara borgarin, ið síggja allar sínar dátur.

    Ymisku tænastuveitararnir hava ikki atgongd til dátur hjá hvørjum øðrum. Dátur verða ikki samkoyrdar, uttan at brúkarin hevur givið samtykki til hetta.

  • Les um sjálvgreiðslur

    Ein sjálvgreiðsla er, tá ið fólk t.d. kunnu søkja um ferðastuðul frá TAKS, byggiloyvi hjá kommununi ella lestrarstuðul frá Studna.

    Tað skal vera lætt og skjótt hjá fólki at avgreiða síni viðurskifti á Vanganum. Tá ið ein umsókn er avgreidd fær brúkarin kvittan í Mínboks.

  • Les um OutSystems menningarpallin

    Vangin er mentur á menningarpallinum OutSystems. Talgildu Føroyar hava samstarv við fleiri OutSytems mennarar. Møguleiki er hjá tænastuveitarum at brúka egnar mennarar, men so skulu ávís skeið takast í OutSystems menning.

    Niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir hvørji online skeið skulu tkast fyri at mena á Vanganum fyri stovnar og kommunur.

    Førleikamenningar-tilgongd:

    All courses are free of charge. The exam costs apr. 300 euro)

    To start development with Outsystems the person should have a background in Software  Development.

    The most important areas to be covered:

    • Front end development( HTML, CSS, JS) person should be on a level higher that junior. The developer should understand how it works, in order to work effectively in OutSystems.

    Outsystem Skeið

    Given the developer has the prerequistes stated above, the developer is well equipped to start the OutSystems guided path

    It is recommended to take at least these courses ones:

    As well the developer should study Platform best practices:

    https://success.outsystems.com/Documentation/Best_Practices/Development/OutSystems_Platform_Best_Practices

    https://success.outsystems.com/Documentation/Best_Practices/Development/OutSystems_Mobile_Best_Practices

    https://success.outsystems.com/Documentation/Best_Practices/Development/Front-End_Architecture_Best_Practices

    https://success.outsystems.com/Documentation/Best_Practices/Development/Building_Dynamic_SQL_Statements_the_Right_Way

    https://success.outsystems.com/Documentation/Best_Practices/Development/The_Complete_Guide_to_Creating_Components

    Exam:

    https://www.outsystems.com/learn/certifications/

    Associate Traditional Web Developer (OutSystems 11)

    At least 50% pass rate is required to start working with the platform.

Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo