Um Samleikan

Samleikin er trygg, skynskom og brúkaravinalig loysn, sum stovnar og fyritøkur kunnu brúka sum innritan til egnar talgildar tænastur.

Tað eru nógvir fyrimunir við at brúka Samleikan.

  • Eingin óviðkomandi fær atgongd til dátur og tænastur
  • Tit nýtast ikki skipa brúkaranøvn og loyniorð
  • Brúkarin hevur eina og somu innritan til nógvar tænastur
  • Samleikin hevur høgt trúvirði, tí loysnin lýkir altjóða standardar 
  • Flestu føroyingar yvir 13 ár hava longu fingið sær Samleikan og brúka hann sum innritan til Vangan, netbankarnar og aðrar talgildar tænastur
  • Les um lógarkarmarnar um Samleikan

    9. mai 2019 samtykti Føroya Løgting lóg um talgildan samleika, sum tryggjar løgfrøðiligu karmarnar. Far til lógina í leinkinum niðanfyri

    Lóg um talgildan samleika

  • Les um Samleikan sum tvey faktor innritan

    Samleikin er ein trygg loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Tøknin byggir á tvey-faktor góðkenning. Hetta merkir millum annað, at tú skalt ígjøgnum tvey stig, tá ið tú ritar inn á eina talgilda tænastu. Hesi eru:

    1. hava Samleikan hjá tær fyri at góðkenna innritanina.

    2. skriva loynitalið, ið tú hevur valt

  • Les um Samleikan á app og geyma

    Samleikin kann brúkast sum app ella geymi. Samleika appir verða nógv nýttar í øðrum Norðurlondum, og hava tær havt við sær, at talið av innritanum er nógv hækkað. Flest øll hava telefonina við hondina og kunnu tí lætt rita inn á talgildar tænastur.

    Um tú ikki hevur snildfon ella teldil kanst tú fáa ein geyma við at venda tær til brúkaratænastuna á Staravegi 9 í Havn á telefon 1881.

    Appin kann brúkast at rita inn á telefon, teldil og teldu. Geymin kann bara brúkast at rita inn á teldu.

    Appin og geymin lúka somu høgu trygdarkrøv.

    Les meira á heimasíðuni hjá Samleikanum.

  • Les um menning og rakstur av Samleikanum

    Samleikin er mentur av samtakinum Klintra / Føroya Tele.

    Elektron stendur fyri at reka Samleikan og veita brúkarahjálp.

  • Les um navn og búmerki

    Nógv orka er løgd í navn og búmerki hjá Samleikanum. Dentur er lagdur á, at Samleikin skal verða lættur at kenna aftur, og at hann kann nýtast í øllum sløgum av samskifti.

    Búmerkið ímyndar eitt eyga og ein lykil, og hvussu hesi eru samanbundin. Hetta er ein týðandi liður í Samleikanum, ið er persónligi lykilin til talgildar tænastur.
    Litirnir í búmerkinum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.

    Navnið er valt í eini verkstovutilgongd, har málkøn fólk og aðrir áhugabólkar viðgjørdu fleiri enn 100 navnauppskot.

    Far til samskiftisskjáttuna í leinkinum niðanfyri fyri at fáa búmerkir og litir.

    Samskiftisskjáttan

  • Les um altjóða góðkenning av Samleikanum

    Gjaldstovan hevur fingið altjóða góðkenning sum ein álítandi veitari av talgildum tænastum, vanliga nevnt Trust Service Provider. Hetta merkir, at Samleikin lýkur altjóða krøv á bæði tekniska og fyriskipanarliga økinum.

    Góðkenningin og váttanin koma frá grannskoðaravirkinum BSI Group, sum hava vitjað í Føroyum og tryggjað, at allir partar av Samleikanum lúka høgu krøvini í standardinum ETSI 319 411-1.

    Far til góðkenningina í leinkinum niðanfyri:

    BSI Kitemark Certificate

Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo