Mínboks

Við Mínboks kunnu tit lætt og trygt samskifta við tykkara viðskiftafólk. 

Mínboks er almenna talgilda postskipanin í Føroyum og er síðustillað við vanligan pappírspost.

Mínboks lýkur krøv um trygt talgilt samskifti. Allur postur er bronglaður og knýttur beinleiðis til P-talið hjá móttakaranum, so vissa er fyri, at tað er rættur móttakari á samskiftinum.

Mínboks er partur av Vanganum, og tí kunnu fólk koma til sín post bæði á teldu í Vanga appini.

  • Les um lógarkarmarnar fyri Mínboks

    Í 2023 samtykti Løgtingið lóg um Mínboks.

    Høvuðsásetingarnar eru, at Mínboks fekk status sum almenna talgilda postskipanini í Føroyum, ið er síðustillað vanligan pappírspost. Eisini er rættarstøðan, um nær brævið er komið fram fastløgd.

    Far til lógina í leinkinum niðanfyri:

    Lóg um Mínboks

Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo