21.februar 2017 skipaði Talgildu Føroya fyri verkstovu um knýti í Heldina.

Verkstovan var í samband við, at nú er klárt hjá almennum stovnum og kommunum at knýta í Fólkayvirlitið umvegis Heldini.

Í hesum sambandi bjóðaði Talgildu Føroyar, í samstarvi við Umhvørvisstovuna, teimum, sum fáa dátur úr gomlu LFY skipanini, og teimum, sum hava brúk fyri dátum, á verkstovu.

Verkstovan var væl vitjað, og fleiri enn 60 fólk luttóku frá fleiri enn 23 stovnum. Talgildu Føroyar vóru væl nøgd við undirtøkuna. 

Umhvørvisstovan hevur arbeitt við at niðurleggja gomlu LFY skipanina, og tí er neyðugt, at øll knýti í hesa skipanina verða flutt til nýggju skipanina, FOLK, umvegis Heldina.

Endamálið við verkstovuni var at kunna, um hvussu nýggja knýtið verður gjørt, og hvørjar mannagongdir og avtalur skulu gerast í hesum sambandi. Nýggja sambandið í Heldini gevur eisini fleiri nýggjar fyrimunir, t.d. útlendskar bústaðir, fleiri upplýsingar og skjótari dagføring av dátum.

Á verkstovuni var greitt frá arbeiðinum við at knýta journalskipanina 360 í FOLK og kunnað um aðrar tænastur á Heldini, sum eru viðkomandi fyri almennar stovnar.

Til ber at síggja framløguna her: Heldin 21 feb. 2017

Skrá

13.00 Vælkomin og navnkenning av Talgildu Føroyar toyminum – Nicolai Mohr Balle

13.15 Lýsing av Heldini – Hans Blaasvær

13.35 Lóggáva um Fólkayvirlitið – Malena Jacobsen

13.50 FOLK vevtænastan – Bárður Joensen

14.05 Knýtið í HeldinaLeisturin – Lilly Dam Hanssen

14.15 Trygdarambætarin – Andras Eliassen

14.30 Vevtænastur á HeldiniLøn, Debitor, 360 journalskipanin – Nicolai Mohr Balle

14.45 Stovna trygdarambætara – Hans Blaasvær

15.00 Kaffisteðgur

15.15 Stovna trygdarambætara – Hans Blaasvær

16.00 Liðugt

 

 

 

 

 

 

Far beinleiðis til

Spurningar um evnið?