Trygdaravrit og restore av trygdarambætara

Henda vegleiðing lýsir, hvussu lokalt trygdaravrit av trygdarambætaranum verður tikið, og hvussu restore verður framt.

Vegleiðingin verður einans brúkt, um tú ikki hevur eina aðra backup skipan.

Henda vegleiðing umfatar ikki trygdaravrit av vevtænastum ella KT skipanum. Luttakarin hevur sjálvur ábyrgd av at taka trygdaravrit av hesum.

1. Backup av trygdarambætara

Innrita á websíðuna hjá securityservaranum. Far undir “System / Back up configuration”. Trýst á “Back up configuration” og goym fíluna eitt trygt stað, sambært trygdarpolitikkinum á stovninum/virkinum.

 

Tá fílan er goymd, stendur “Configuration backup created”

 

2. Restore av trygdarambætara

Innrita á websíðuna hjá trygdarambætaranum. Far undir “System / Restore configuration”, trýst á “Gennemse” og finn backupfíluna.

Trýst á “Restore configuration”

 

Tá restore er liðugt, stendur “Configuration restored” við grønum.