Havi eg samband við Heldina, og virkar alt sum tað skal?

Við HelloWorld ber til at kanna um samband er við tænasturnar í Heldini.

Ein securityservari og ein consumer, ið hevur atgongd at til hesa websevice hjá KT landsins, skal verða meldaður til Heldina,.

Manglar tú atgongd til hesa tænastu kann tú senda eitt teldubræv til Heldin@gjaldstovan.fo

1: Tak forritið SoapUI niður og legg tað inn. Tvær útgávur eru, og er onnur open source og ókeypis.

2: Lat SoapUI upp og trýst á "Empty" í amboðslinjuni. Hetta skapar eitt nýtt “Project”. Sløkk vindeyga sum kemur fram við eginleikunum fyri nýggja prosjektið.

3: Høgraklikk á prosjektið sum er stovnað og trýst á "Add WSDL":

4: SoapUI spyr nú eftir WSDL fíluni, og her skal tú seta IP adressuna á tínum egna securityservara inn. Royn t.d. adressuna í einum kaga/browsara fyrst.

Adressa: http://[tín securityserver IP]/cgi-bin/uriproxy?producer=ktl-helloworld-v1

Lat flugubein vera í "Create sample requests..." og trýst á OK

5: Dupultklikka nú á "Request 1" (sí mynd niðanfyri) fyri at lata fyrispurningin upp, sum vit vilja senda til webservice'ina:

6: Nú kemur ein editorur fram í SoapUI, har tú kann seta tíni virðir inn, fyri at gera eitt kall til "HelloWorld".

Set fyrst IP adressuna á tínum securityservara inn í adressulinjuna (sí 1 á myndini omanfyri), og set síðani virðir inn fyri header og body virðini:

  • service = ktl-helloworld-v1.helloWorld.v1
  • id = eitt tilvildarligt virði (t.d. 123456)
  • userId = eitt tilvildarligt virði (t.d. user 1)
  • producer = ktl-helloworld-v1
  • consumer = registry code á tínum consumara (sí viðmerking niðast, til hvar tú kanst finna hesa registry code)

7: Nú kanst tú kalla á webservice'ina:

Títt consumer registry code finnur tú inni á tínum security servara, í admin partinum undir Configuration --> Organizations. Hetta er vanliga a-tali á stovninum/virkinum sum kallað verður frá.